Hósdag 12 desembur var jólahald fyri børnini í Fløtustovu. Børnini og foreldrini hugnaðu sær. Børnini sótu og teknaðu meðan tey bíðaðu spent eftir jólamanninum. Tá hann so endiliga kom, hevði hann við sær ein stóran posa við ymiskum góðum. Børnini fingu hvør sín pakka og hildu jólamannin verða sera fittan. Hann hevði nógv at gera hetta kvøldið, so hann mátti skunda sær víðari.
Takk til tykkum sum skipaðu fyri.
Gleðilig jól øll somul 🙂