Húsareglugerð

§ 1 Húsdjór 

Viðvíkjandi húsdjórum verður serliga viðmerkt, at hesi verða hildin soleiðis, at hetta ikki er til ampa fyri ogn ella aðrar íbúgvar. Hundar skulu vera í bandi, tá teir eru uttandura. Hundaeigarin hevur skyldu til at taka upp eftir sínum hundi! 

§ 2 Rusk 

Ruskbingjurnar uttanfyri blokkarnar skulu nýtast til burturbeining av ruski. Bundið skal vera fyri posar við húsarúski og ruskið skal annars skiljast sambært galdandi reglum fyri hesum.  

Glas, battaríir og annað vandamikið burturkast skal ein sjálvur beina burtur. 

Rusk má ikki setast á felagsøki, herundir t.d. trappuuppgongd, o.s.fr. 

Tað er bannað at tveita sigarettstubbar, tyggigummi o.l.  

§ 3 Súkklur, barnavognar v.m. 

Súkklur, barnavognar v.m., sum eru í dagligari nýtslu, kunnu setast uttanfyri íbúðir á svalum og annars á økjum serliga merkt til hetta.  

§ 4 Bilar v.m. (parkering)

Mest loyvda ferð inni á økinum er 20 km/t. 

Avmerkt er, hvar ikki er loyvt at parkera.

§ 5 Larmur 

Íbúgvarnir skulu til eina og hvørja tíð vísa skynsemi yvir fyri hvørjum øðrum, soleiðis at náttarfriður, húsafriður o.t. verður virt. Larmur, sum stendst av veitslum, tónleiki o.t. skal ikki koma fyri eftir kl. 22.00 gerandisdagar og eftir kl. 24.00 í vikuskiftum. Eftir hesar ásettu tíðir skal tónleikur v.m. verða dempað, soleiðis at tað ikki er til ampa fyri aðrar íbúgvar. Ein góður siður er at siga grannunum frá. 

Nevndin kann tó gera undantøk til omanfyri standandi, um fráboðað verður í góðari tíð. 

Slagborimaskina og onnur larmandi amboð kunnu bert nýtast millum kl. 8.00 og kl. 20.00  

§ 6 Roykur og brandtrygd 

Royking er bannað í innandura felagshølum.  

Á altanum  er bert loyvt at grilla við gass- og el-grillum. Tað er ikki loyvt at nýta grillir á svalunum! 

Kolgrillir kunnu bert nýtast á felagsøkjum, sum eru tilskilaði til endamálið  

§ 7 Skaðadjór 

Um ein íbúgvi varnast skaðadjór, sum t.d. mús og rottu á felagsøkjum, skal íbúgvin boða Tórshavnar Kommunu og nevndini frá hesum alt fyri eitt. 

Tað er ikki loyvt at fóðra fuglum, kettum og øðrum smádjórum.  

§ 8 Altanir 

Tað er ikki loyvt at fastmontera lampur ella aðrar lutir á klædning ella altan. 

Altanir mugu ikki brúkast til goymslu av ruski, flytikassum, hvítvørum osv. Avskerming ella tildekkan av altanuni er ikki loyvd.  

Hitapottur er ikki loyvdur. 

§ 9 Goymslurúm  

Motorakfør og annað eldfimt skal ikki setast í goymslurúm ella onnur felagsrúm. 

Eigarnir eiga sítt egna goymlurúm og tað er ikki loyvt at seta nakað á felagsøkið. Vognar og súkklur kunnu stillast á ávístum øki. 

Øll rudda upp eftir sær, tá tey brúka kjallaran.  

Lívrunnið burturkast skal burturbeinast á brennistøðini á Hjalla! 

Úthurðarnar til kjallaran skulu altíð vera stongdar og lykilin leggjast í lyklaboksina. 

§ 10 Felagsrúmið Fløtustova

Einans eigarar kunnu bíleggja Fløtustovu. Nevndin kann áseta leigugjald. 

Við atliti til grannar hjá felagsrúminum, íbúgvarnar annars og aðrar komandi leigarar av felagsrúminum Fløtustova, so skulu hesar reglur haldast av teimum sum leiga felagsrúmið: 

  • Einans tónleikaanleggið sum stendur í hølunum kann brúkast. 
  • Leigarin skal sjálvur hava viskustykkir, karklútar og handklæðir við.

Leigarin skal til eina og hvørja tíð vísa skynsemi, soleiðis at náttarfriður, húsafriður o.t. verður virt. Larmur, sum stendst av veitslum, tónleiki o.t. skal ikki koma fyri eftir kl. 22.00 gerandisdagar og eftir kl. 24.00 í vikuskiftum. Eftir hesar ásettu tíðir skal tónleikur v.m. verða dempað, soleiðis at tað ikki er til ampa fyri grannar.

Aftaná brúk og í seinasta lagi næsta dag áðrenn kl. 12.00 skal felagsrúmið vera klárt aftur til ein nýggjan leigara, tvs.: 

  • Gólvið skal dustsúgvast og vaskast.
  • Vesirúmið gerast reint.
  • Rusk skal burturbeinast.
  • Brúktur borðbúnaður og annað skal vaskast upp.
  • Uppvaskimaskinan skal tømast.
  • Borð og stólar turkast av og setast uppá pláss.
  • Køliskápið skal tømast.
  • Felagsrúmið skal læsast og lykilin latast aftur til umboð fyri nevndina.
  • Møguligur brotin borðbúnaður verður goldin eftir galdandi prísum í handlunum. Annað oyðilagt inventar, sum ikki kann koma inn undir vanligt slit, skal gjaldast eftir avtalu.

§ 11 Viðgerð av klagum 

Um onkur fremur brot á hesa húsareglugerð, kann viðkomandi klagast fyri nevndina í eigarafelagnum. Klagan skal innihalda upplýsingar um tíð, stað og umstøðurnar annars. Ein klaga viðvíkjandi larmi skal altíð verða undirskrivað av íbúgvum frá í minsta lagi 2 íbúðum. 

§ 12 Gildiskoma og broytingar 

Henda húsareglugerð er samtykt á aðalfundi tann 21. mars 2024   

Broytingar kunnu einans gerast á aðalfundi felagsins.