Jólahald fyri børnini í Fløtustovu 2023

Sunnudagin 17 desembur var jólahald fyri børnini í Fløtustovu. Børnini og foreldrini hugnaðu sær óført. Tað varð sungið og dansað runt um jólatræðið. Eisini legði jólamaðurin leiðina forbí, til stóra gleði fyri børnini. Við sær hevði hann ein stóran posa við ymiskum góðum. Børnini fingu hvør sín pakka. Jólamaðurin gav sær tíð til at dansa runt um jólatræðið, áðrenn hann mátti skunda sær víðari.

Takk til tykkum sum skipaðu fyri.

Gleðilig jól øll somul 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *