Viðtøkur

Viðtøkur fyri Eigarafelagið Íbúðir á Fløtum

Navn, heimstaður og endamál

§ 1

Navn felagsins er “Eigarafelagið Íbúðir á Fløtum”. Heimstaður felagsins er Tórshavn.

§ 2

Endamál felagsins er:

A.           

At taka sær av øllum felags áhugamálum limanna, herundir at standa fyri, umsita og røkja/viðlíkahalda alt tað lendið, sum hevur samband við ta íbúðarbygging, ið Sp/f Jóan Petur Vang letur fremja á Fløtum, matr. nr. 919 a, Tórshavn, sum ikki er ella verður býtt sundur í eigaraibúðir s.s. vegir, gøtur, trappur, felags torg og felags lendi annars, alt við tilhoyrandi installatiónsútbúnaði, undantikið tó tey vegøki, sum kommunan yvirtekur, og í slíkum málum at umboða limirnar mótvegis kommununi og øðrum almennum stovnum.

B.           

At taka sær av og hava umsorgan og eftirlit við, at eingin av íbúgvunum í nýtslu sínari av ogn innan útstykkingarøkið ger nakað, sum spillir dámin av bústaðarøki, ella á annan hátt er til ampa fyri grannarnar, og at fremja neyðugar atgerðir til tess, at servitutt- og líknandi ásetingar fyri útstykkingarøkið verða hildnar.

Limir felagsins

§ 3

Limarætt og limaskyldu í eigarafelagnum hava allir núverandi og komandi eigarar av eigaraíbúðum, sum verða bygdar á matr. nr. 919 a, Tórshavn.

Limaskapur í eigarafelagnum og ognarrættur til ta einstøku eigaraíbúðina skulu støðugt hoyra saman.

Felagið við nevnd felagsins er vegna eigarafelagið rættur sakarmálspartur fyri øll felags rættindi og skyldur, og er Føroya rættur við tingstaði í Tórshavn rætt verndarting fyri allar trætur í eigaraíbúðarviðurskiftum, tað veri seg eigaranna sínámillum og teirra millum og felagið.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Reglugerð nr. 83 frá 18. november 1970 fyri eigarafeløg sambært løgtingslóg um eigaraíbúðir er galdandi, har annað ikki fylgir av hesum viðtøkum.

§ 4

Limirnir ábyrgjast við tí limagjaldi, teir hava skyldu at rinda sambært § 13 í hesum viðtøkum.

Aðalfundurin

§ 5

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki eigarafelagsins.

Allar avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meiriluta, um ikki hesar viðtøkur áseta annað.

Einans á aðalfundinum kunnu viðtøkurnar verða broyttar.

Til at samtykkja broytingar í ásetingunum í normalkunngerðini og av reglunum í hesum viðtøkum, frásæð broytingar, sum sambært rættarligum vanligum ásetingum krevja semju, verður at fara fram í samsvari við tann í normalkunngerðini fyriskrivaða meiriluta.

§ 6

Ársaðalfundur verður hildin í februar ella í mars mánaði við hesi skrá:

l.  Nevndarinnar frágreiðing um virki felagsins í farna ári

2.  Framløga til góðkenningar av ársroknskapi við grannskoðarátekning

3.  Framløga av fíggjarætlan fyri komandi ár, herundir ásetan av limagjaldi

4.  Val av nevndarlimum og tiltakslimum

5.  Val av grannskoðara

6.  Innkomin mal

7.  Ymiskt

§ 7

Aðalfundurin verður hildin í Tórshavnar kommunu, og fundarboð verða send limunum skrivliga í

minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

Rætt til at møta á fundi hava limir felagsins. Aðalfundurin velur fundarstjóra.

Um tað, sum fer fram á aðalfundi, verður frágreiðing skrivað í gerðabók, góðkend av nevndini.

Frágreiðingin verður undirskrivað av fundarstjóranum og nevndarformanninum.

Allar avgerðir verða tiknar við atkvøðumeiriluta eftir býtistali.  Um atkvøðurnar standa á jøvnum, er uppskotið burturdottið.

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tørv vera á tí, ella tá í minsta lagi 1/4 av  limunum eftir tali ella býtistali krevja tað til viðgerð av ávísum máli, ella tá ið tað er samtykt á aðalfundi.

Nevndin

§ 8

Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd, sum verður vald á aðalfundi. Fyrsta nevndin verður vald á stovnandi aðalfundinum. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár, soleiðis at annaðhvørt ár verða valdir tríggir nevndarlimir og annaðhvørt ár tveir nevndarlimir.  Á fyrsta regluliga aðalfundinum eftir stovnandi aðalfundin standa tríggir nevndarlimir fyri vali. Nevndin avgerð, hvørjir nevndarlimir standa fyri vali.

Valdir verða eisini tveir tiltakslimir, sum verða valdir fyri 1 ár í senn. Tiltakslimur tekur sæti í nevndini, um onkur av nevndarlimunum berst frá.

Nevndin fær fulltrú til at fremja endamál eigarafelagsins og umboðar felagið úteftir.

§ 9

Um tað, sum gerst á nevndarfundi, verður frágreiðing skrivað í gerðabókina.

§ 10

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og kassameistara. Nevndarformaðurin og nevndarlimirnir kunnu fáa samsýning fyri arbeiði sítt.

Uppskot til nevndarsamsýning verður sett fram av nevndini og skal góðtakast av aðalfundinum.

§ 11

Nevndin er viðtøkufør, tá ið formaðurin ella næstformaðurin og í minsta lagi 2 aðrir nevndarlimir eru á fundi.

Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, hevur formaðurin ella, um hann ikki er hjá, næstformaðurin avgerandi atkvøðuna.

Formaðurin boðar til nevndarfundar, tá tørvur er á, ella tá ið 2 nevndarlimir krevja tað.

Tekningarreglur

§ 12

Eigarafelagið verður bundið av nevndarformanninum saman við einum øðrum nevndarlimi.

Umsiting

§ 13

Nevndin kann seta umsjónarfólk til at taka sær av rakstrinum av tí samlaðu ognini í samsvari við

tað, ið nevndin ger av. Uppí raksturin av samlaðu ognini kann nevndin taka avgerð um, at raksturin somuleiðis skal umfata bygningstrygging av íbúðarblokkunum. Tryggingin  skal  fevna  um sjálvan bygningin og øll felagsøki. Eigarafelagið ger av, hvør teknar hesa trygging.

Nevndin býtir eftir býtistali allar felags útreiðslur til fyrisitingina av ognini og syrgir fyri, at hesar útreiðslur verða rindaðar, so sum viðlíkahald og reinhald av øllum felagsøkjum og bygningum.

Samsýning til umsjónarfólk,  um slíkt er sett, og grannskoðara, herundir eisini samsýning fyri at gera roknskap yvir býtið av felagsútreiðslunum v.m. og fyrisiting av eigarafelagnum, eru felagsútreiðslur fyri felagið.

Allir eigarar av eigaraíbúðum rinda eitt av árliga aðalfundinum smb. eina av nevndini framlagda fíggjarætlan ásett ávegis gjald til at rinda felags útreiðslur og el-útreiðslur til hitamiðstøðina. Fyribils ávegis gjaldið verður rindað mánaðarliga.

Grannskoðaður rakstrarroknskapur fyri alt, sum í felag er í sambandi við raksturin av ognini, verður lagdur fram fyri árliga aðalfundin til góðkenningar.

Í seinasta lagi 14 dagar aftan á aðalfundin skulu eigararnir hava rindað møguligt restgjald ella í seinasta lagi 8 dagar aftaná, at fráboðan um tann á aðalfundinum góðkenda  og  samtykta roknskapin er send til hvønn einstaka íbúðareigara.

Viðlíkahald uttan og innan

§ 14

A.           

Felags viðlíkahaldið fevnir um alt viðlíkahalds-, endurnýggingar- og umsitingararbeiði hvat tí viðvíkur, sum í felag liggur, so sum felags bygningur og bygningspartar annars við tilhoyrandi installatiónum av einum hvørjum slagi, allur felags útbúnaður  av einum hvørjum  slagi fram til ta einstøku eigaraíbúðina, so sum høvuðsel-leiðingar, høvuðshita-, vatn- og kloakkleiðingar, felags antennuskipan, felags uttanumøki  við tilhoyrandi  torgum, felagsplássi,  vegum, gøtum, og smogum og vøkstri av einum hvørjum slagi.

Felags viðlíkahaldið fevnir eisini um uttanveggja viðlíkahald av húsaklædningi, høvuðsdyr, vindeygu og tekju, herundir eisini máling uttan.

Felags viðlíkahaldsskyldan fevnur tó ikki um fluguskáp, sum eru sett upp uttanfyri íbúðirnar. Hendan viðlíkahaldsskyldan liggur hjá einstøku eigarunum hvør sær. Ein eigari kann bert seta fluguskáp upp uttanfyri íbúð sína við skrivligum loyvi og við leiðbeining frá nevndini. Somuleiðis skal niðurtøka av skápinum gerast við skrivligum loyvi og leiðbeining frá nevndini.
Ein eigari hevur ikki rætt til at taka fluguskápið niður aftur og við sær í sambandi við fráflyting og sølu av íbúðini.

Hvør íbúðareigari  hevur skyldu til at geva handverkarum atgongd  til íbúðina, sum eru sendir av umsjónarfólkinum, tá ið hetta er neyðugt orsakað av umvælingum, nýgerð, umbygging ella tílíkum arbeiði.

Tá ið vindeygu verða málað uttan, hevur eigarin skyldu til samstundis at syrgja fyri, at vindeyguni verða tett og málað innan, um so er, at hetta av nevndini verður mett neyðugt.

Eigarin sjálvur má ikki mála nakað uttandura, uttan at hava fingið loyvi frá nevndini og bert í samsvari við tað, sum verður kravt.

B.           

Alt viðlíkahald og røkt av tí einstøku eigaraíbúðini innanveggja liggur á tess eigara einsamallum.

Um ein eigaraíbúð er fyri grovari misrøkt, soleiðis at hon verður til ampa fyri hinar eigararnar, so kann nevndin krevja, at neyðugar ábøtur verða gjørdar innan eina ávísa freist.

Ger eigarin ikki eftir boðum frá nevndini, kann nevndin lata arbeiðið gera fyri rokning eigarans.

Ikki er loyvt eigara uttan góðkenning frá Tórshavnar kommunu

–  at broyta arkitekturin/útsjóndina á fastognini

–  at gera sær bilhús ella skúr á ognini

–  at gera garð ella innihegna ognina

–  at gera skrákant frá vegi til innkoyring

–  at seta antennu a ognina.

Fjarhitaskipan

§ 15

Allir limir hava skyldu at vera partur av eini fjarhitaskipan, sum veitir hita til allar íbúðirnar.

Nýtsla av eigaraíbúð

§ 16

Ein og hvør eigari hevur nýtslurætt, útleigurætt, rætt til at selja, lániupptøkurætt og testatiónsrætt yvir sina eigaraíbúð, eins og rættindi hansara og skyldur kunnu arvast og verða grundarlag fyri sakarmálum.

Íbúðin má við útleigan ikki koma at líkjast einari klubbíbúð og/ella kollektivi.

Verður ein eigaraíbúð øll, sum hon er, útleigað, hevur eigarafelagið mótvegis leigaranum somu rættindi viðvíkjandi svíkjan leigarans av skyldum sínum, sum ein eigari hevur mótvegis einum leigara sambært leigulóg og galdandi húsareglugerð, og kann felagið sjálvstøðugt vera sakarmálspartur mótvegis leigaranum, møguliga síðuloypandi við eigaran.

Leigarin hevur skyldu til at fráflyta leigumálið við 3 mánaða varningi, um so er, at eigaraíbúðin orsakað av, at eigarin ikki heldur skyldur sínar á tvingsilssølu verður yvirtikin av einum keypara ella av einum veðhavara, sum ikki hevur fingið fulnað.

Ásetingarnar í tí síðst nevnda stykki áliggur tað eigaranum av íbúðini at syrgja fyri verða tiknar við í leigusáttmalan, sum skal leggjast fyri nevndina í hvørjum einstøkum føri.

Uttan játtan frá eigarafelagnum kann vinnulig nýtsla bert fara fram í tann mun/og av sama slagi/sum hetta lógliga fór fram fyrstu ferð, eigaraíbúðin varð keypt.

Broyting í hesum krevur játtan frá eigarafelagnum.

Eigarin kann broyta, modernisera og betra sina eigaraíbúð, herundir flyta ella koyra burtur ikki berandi skilaveggir í tann mun hetta ikki er til ampa fyri hinar eigararnar.

Hertil neyðugar rørgjøgnumføringar ella tílíkt kunnu tó bert gerast við játtan frá teimum eigarum, sum verða ávirkaðir av hesum beinleiðis, tó kann tað á aðalfundi avgerast, at ein eigari hevur skyldu til at finna seg í rørgjøgnumføringum v.m., møguliga móti endurgjaldi fyri styttri og áhaldandi ampa, og bert um so er, at hansara noktan má metast onga rímiliga orsøk hava.

Eigarin hevur skyldu til at fáa til vega loyvi frá byggimyndugleikunum í øllum førum, har slíkt krevst, og at lata nevndini fáa avrit av byggiloyvum og av loyvi til at taka íbúðina í nýtslu, umframt eina tekning.

Viðvíkjandi teimum installatiónum, sum krevja størri nýtslu av vatni ella el, skal loyvi fáast frá nevndini, áðrenn installatiónirnar gerast, og sum treyt fyri at loyva slíkum installatiónum kann hann krevja, at eigarin rindar eitt variabult gjald, svarandi til ta øktu nýtsluna.

Víðari verður loyvið givið við teirri fyritreyt, at eigarin hevur ábyrgd fyri skaðum, sum standast av, at installatiónin overvar tær verandi forsýningskanalirnar og frárenningarinstallatiónirnar, og at eigarin, um so er, at seinni líknandi installatiónir viðføra krav frá myndugleikum um víðkan av sovoronum forsýningskanalum og/ella frárenslinstallatiónum, og tann av eigaranum gjørda installatión hevur medvirkað til eina ovbyrjing, sum førir til krav um víðkan, rindar ein eftir umstøðunum hóskandi part av útreiðslunum til víðkanina, møguliga við møguleika til lutfalsliga endurgreiðslu av gjaldinum við samsvarandi installatiónum í øðrum íbúðum, sum hervið nýta víðkanina. Sum trygd fyri hesum kravi kann felagið krevja, at eigarin rindar eitt depositum, umframt áðurnevnda variabla gjald.

Fæst ikki semja um, hvønn part av tílikum útreiðslum, sum nevnt í seinasta stk., áliggja eigaranum, verður hesin spurningur endaliga at avgera av einum gerðarrætti upp á 2 limir, tilnevndir av sorinskrivaranum, sum skulu hava serligt innlit í eigaraíbúðarviðurskiftum.

Semjast hesir ikki, verður sorinskrivarin uppmaður, sum endaliga avger spurningin við støði í og innan karmin av upphæddum hjá teimum báðum gerðarrættarlimunum. Gerðarrætturin avger eisini endaliga útreiðslurnar av gerðarrættarmálinum.

Gerðarrætturin skal leggja dent á tað gagn og nýtsluvirðið, sum viðkomandi installatión ella modernisering hevur við sær fyri tann einstaka eigaran.

Felags installatiónir, moderniseringar v.m.

§ 17

Eigararnir hava skyldu til at vera við í felags antennuskipan og øðrum tílíkum minni anleggum og at rinda ein lutfalsligan part av íløgu- og rakstrarutreiðslunum, um so er, at ein meiriluti eftir býtistali atkvøður fyri tílikum anleggum.

Útreiðslubýtið fer fram eftir býtistali, uttan so, at tað kann ávísast, at hetta  býtið vil virka eyðsýnliga órímiligt fyri ein ella fleiri eigarar. Hetta verður í ivamálum avgjørt av gerðarrætti sambært § 16.

Húsareglugerð v.m.

§ 18

Eigararnir hava skyldu til at útinna teirra mednýtslurætt til felags ognarrættin knýtt rættindi, installatiónir, anlegg v.m. við umhugsni og skynsemi.

Viðvíkjandi húsdjórum  verður serliga viðmerkt, at hesi  verða hildin soleiðis, at hetta ikki  er tit ampa fyri ogn ella aðrar íbúgvar. Hundar skulu vera í bandi, tá teir eru uttandura.

Parkering á felagsøkjum er ikki loyvd uttan eftir avtalu við nevndina í felagnum. Eigarafelagið kann eftir umstøðunum krevja viðurlag fyri at nýta parkeringsbás.

Um ein íbúðareigari  grovligani svíkur sínar skyldur sambært hesum viðtøkum, herundir letur vera við at rinda sínar fíggjarligu veitingar til felagið við ikki at fylgja lógligum boði, sum nevnd ella aðalfundur gevur honum, ella við framhaldandi broti a húsareglugerðina, ella við at hava farið fram við harðskapi mótvegis medeigarunum, kann nevndin krevja, at viðkomandi eigari fráflytur íbúð síni við 3 mánaðar varningi til tann 1. í einum mánaða.

Nevndin skal í slíkum føri góðkenna tann leigara, sum íbúðin møguliga verður útleigað til.

Nevndin kann gera eina serliga húsareglugerð, sum skal góðkennast av aðalfundinum við vanligum atkvøðumeiriluta.

Grundeigaragrunnur v.m.

§ 19

Tað kann yvir hvønn ársroknskap verða uppkravd ein av aðalfundinum ásett upphædd til ein grundeigaragrunn.

Upphæddin skal so vítt gjørligt vera tann sama fyri sama slag av íbúðum. Tað kann antin vera sum ein avrundað upphædd eftir býtistali ella eftir vídd.

Hvørt ár tann l. januar verður partur eigarans gjørdur upp, og verður serskildur roknskapur fyri grundeigaragrunnin at leggja fyri árliga aðalfundin.

Nevndin hevur rætt til, til felags besta, at nýta ognir grunsins til t.d. endurnýggjan av anleggum v.m. Tá soleiðis er, verður partur eigarans í grundeigaragrunninum minkaður við einari eftir býtistali útroknaðari upphædd, sum verður at gjalda, møguliga í ratum, sum nærri verður fyriskipað av aðalfundinum.

Renturnar falla lutfalsliga til part einstøku eigaranna. Tó kann aðalfundurin avgera, at renturnar skulu útgjaldast – ella javnast við býti av felagsútreiðslum.

Upphæddirnar til grunnin kunnu eftir avgerð av aðalfundinum krevjast javnaðar uppeftir við 1 mánaða varningi.

Eigararnir hava rætt og skyldu til at avhenda sín part í grundeigaragrunninum, tá íbúðin verður seld, men kunnu ikki á annan hatt ráða yvir honum.

Tinglýsing

§ 20

Sum trygd fyri einum og hvørjum kravi, sum eigarafelagið hevur ella kann fáa móti einum limi, herundir útreiðslur  í sambandi  við mishald  av gjaldsskyldum  mótvegis eigarafelagnum,  verða hesar viðtøkur at tinglýsa sum pantistovnandi á hvørja íbúðareind sær fyri kr. 50.000,00. Hesin veðrættur víkir fyri servituttum og byrðum, sum hvíla á eindunum. Men víkir annars ikki fyri nøkrum veðrættindum og verður annars tinglýst á 1. veðrætti. Aðrir veðrættir skulu tí víkja fyri eigarafelagsins veðrætti kr. 50.000,00.

Hetta skjal verður at tinglýsa sum servituttur á matr. nr. 919 a, Tórshavn, og annars á hvørja íbúðareind.

Átalurætt hevur eigarafelagið við nevndini.